Atlantic Airways: Neistin – VÍF 38-37 (23-20)
Heldur ikki VÍF kláraði at basa neistamonnum, sum ongan dyst hava tapt í kappingarárinum. Og tað kunnu vestmenningar takka sær sjálvum fyri, tí okkara menn høvdu møguleikan at avgera dystin. Tá ið eini fimm minuttir vóru eftir førdi VÍF 37-35. Men hóast VÍF hesa løtuna eisini hevði eina yvirtalstøðu, so eydnaðist ikki at skora aftur í dystinum. Møguleikarnir vóru har, men skotini vóru ikki nóg neyv. Hinvegin skoraði Neistin tríggjar ferðir og vann dystin. 38-37.
Sum fleiri søgdu á aftastu røð á áskoðaraplássunum, so dámdi teimum einki, at VÍF var frammanfyri, tí tá plaga teir alt ov ofta at tveita sigurin burtur. Og tíverri fingu tey rætt. Tað var sum um, spælið steðgaði eitt sindur upp. Ferðin varð sett eitt sindur niður, roynt varð ikki at fara í skjótálop, og ikki minst skotini vóru ikki nóg neyv hesar seinastu minuttirnar.
Ikki tað, avrikið hjá okkara monnum kann væl góðtakast. At spæla upp við Neistan vísir, at vit hava eitt gott spennandi lið við trimum gomlum gubbum, Áka, Sámal og Eli, og so nógvum ungum sera evnaríkum ungum leikarum. Jú, her skuldi verið gott í væntu.
Tað var annars einki, sum bendi á ein spennandi dyst, tá ið korterið var farið av dystinum. Vestmenningar snøgt sagt snorksvóvu fyrstu minuttirnar, og Neistin trumlaði okkara menn niður við einari rúgvu av skjótálopum. Einu løtuna førdi Neistin 12-4, og alt tyktist avgjørt.
Men so hendi okkurt. Vit fingu nøkur løtt mál, og knappliga var ikki so langt upp til Neistan, og okkara menn fóru at trúgva upp á tað. Mansverjan av Finni Hanssyni eydnaðist væl, og Rúni Fossdal hevði ongar trupulleikar av at halda tí í mista lagið høvdið størri Heina Hanussarsyni. Jú, har er krút í unga manninum.
Í hálvleikinum var støðan 23-20 til heimaliðið, og fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki kom VÍF skjótt upp á javnt, og so fylgdust liðini so nøkulunda restina av dystinum.
Fyri at siga tað sum tað er, so mundi álopsspælið hjá VÍF í dag vera nakað tað besta vit hava sæð í ár, og dysturin í dag var eisini klárt besti hondbóltsdystur, sum undirritaði hevur sæð hetta kappingarárið. Verjurnar báðar vóru tó ikki nakað at reypa av.
Hjá okkum vóru serliga tríggir sum skaraðu framúr í dag. Eli var sum køtturin í málinum. Í hinum endanum brúkti Áki allar sínar royndir og øll síni evni at stýra spælinum og at skora níggju mál.
Og so ikki at gloyma Magnus Müller, sum í dag mundi spæla ein sín besta dyst higartil at besta mansliðnum hjá VÍF. Hann høgdi bóltarnir í netmeskarnar, og tað er so heilt sikkurt at ungi kanónskjúttin dámar at sleppa at spæla sum bakspælari, nú Sámal ikki fær verið so nógv við í álopsspælinum. Lítið at ivast í, at Magnus er ein av evnaríkastu leikarunum í føroyskum hondbólti, og verður verður farið rætt farið fram, so kann hann gerast ein av berandi leikarunum hjá VÍF komandi mongu árini.
Vit kunnu iðra okkum um, at stigini vórðu eftir í Havn, og nú má metast at vera ómøguligt at fáa KÍF aftur á øðrum plássi.
Rói Joensen
Málskjúttar:
Neistin: David Edvardsen 10, Finnur Hansson 8, Jugoslav Djumic 5, Áki Mørk 5, Heini Hanusarson 3, Rósing Rasmussen 3, Guðfinnur Thorsteinsson~2 og Sjúrður Thomassen 2
VÍF: Magnus Müller 10, Áki G. Olsen 9, Bjarti Hansen 6, Rúni Fossdal 5, Joen Pauli Høgnesen 3, Holgar Djurhuus 2 og Sámal Hansen 2
Kelda: neistin.fo