Ein dystur at gloyma

Sunset: Neistin- VÍF 36-17 (19-4)

Dysturin hjá kvinnunum móti Neistanum skal bara gloymast sum skjótast. 19-4 var støðan í hálvleikinum, og tað sigur tað heila. Tíbetur tímdu neistakvinnur ikki at halda ferðini í seinna hálvleiki, og Neistin brúkti eisini høvi at royna fleiri av eykaleikarunum.

Vestmannakvinnurnar hava ongan dyst spælt í meira enn tríggjar vikur, og tað sást, at luftin er farin úr ballónini. Lítið og einki er at spæla um, og tá ið Liljan heldur ikki fekk spælt ordiliga av skaðanum í hondini, so vóru útlitini sjálvandi ikki tey bestu.

Hinvegin so kundi eitt sindur meira av vilja í fyrra hálvleiki gjørt dystin eitt sindur meira áhugaverdan, men tað er ikki lætt hjá okkara blaðungu gentum. Í dag vóru tað gentur móti kvinnum, og úrslitið var har eftir. Neistin vann at enda 36-17.

Agnas var klárt besti leikarin hjá okkum í dag og skoraði 10 av teimum 17 málunum.

Rói Joensen

Málskjúttar:
Neistin: Barbara Brauer 9, Jacklin Durhuus 7, Nicoleta Hanse 5, Birita Wardum 4, Lovisa Andreasen 3, Elin Holm 2, Jenný J, Kragesteen 2, Bára Hansen 2, Unnur Danielsen 1, Rakul Magnussen 1
VÍF: Agnas Olsen 10, Elisa Leo 2, Halla Midjord 2, Liljan Djurhuus 1
Kelda: neistin.fo ( 2 mál mangla)