Eykaaðalfundur
Kallað verður inn til eykaaðalfund mikukvøldið 10.07.2019 kl. 20:00 í ítróttarhøllini í Vestmanna. Skrá samb. lógum felagsins. VÍF
Kallað verður inn til eykaaðalfund mikukvøldið 10.07.2019 kl. 20:00 í ítróttarhøllini í Vestmanna. Skrá samb. lógum felagsins. VÍF
Dreingir 14b høvdu eitt sera gott kappingarár og vunnu allar sínar 12 dystir í FM-kappingini. Ein heldur margháttlig klaga hevði tó ta avleiðing, at teir blivu dømdir at tapa tveir spældar dystir, og endaðu tískil á einum øðrum plássi í FM-kappingini. VÍF helt tó at teir høvdu betri uppiborið og valdu at prenta okkara egnu …
Komið og stuðlið okkara kvinnum💛💙 tá ið tær leygardagin fara at spæla finalu ímóti Kyndli í Vestmanna💪🤾🏻 Vit byrja í høllini kl. 15.30 við andlits máling, eisini er møguleiki at keypa súpan, toast og okkurt at sløkkja tostan við í tjaldinum uttanfyri. 💪👏 Møtið fjølment í gulari blus.
Leygardagin kl. 15:00 verður seinasti heimadystur, áðrenn finalurnar, tá besta kvinnulið okkara tekur ímóti Neistanum. Beint eftir at kvinnudysturin er liðugur fara øll lið okkara at ganga skrúðgongu inn á vøllin, har tey verða heiðraði fyri eitt gott kappingarár. Sum vanligt bjóðar felagið øllum smyrjibreyð og okkurt leskandi eftir dystin. Við hesum vil VÍF takka …
So eru vit aftur har, sum vit vilja vera. Í eini semifinalu, ógvuliga tætt upp undir endaligu finaluna til føroyameistaraheitið. Vegurin hevur verið langur, men í stigum endaði VÍF ájavnt við H71 og Neistan. Og lat tað vera sagt beinan vegin, at hetta er fult uppiborið. Tað nyttar einki hjá øðrum at koma við umberingum …
Aftur í ár fer VÍF at selja fýrverk í forhøllini til ítróttarhøllina. Opið verður soleiðis: 27. des. – kl. 15:00-20:00 28. des. – kl. 15:00-20:00 29. des. – kl. 15:00-20:00 30. des. – sunnudag er stongt 31. des. – kl. 10:00-14:00 Selt verður í samstarvi við “Hjá Fróða”. Tey, sum keypa fyri meira enn 1000 …