Dystirnir í kvøld avlýstir
Dystirnir millum Kyndil og VÍF, sum skuldu verða í Havn í kvøld, eru avlýstir vegna veður. Enn er ikki greitt, nær dystirnir verða spældir.
Dystirnir millum Kyndil og VÍF, sum skuldu verða í Havn í kvøld, eru avlýstir vegna veður. Enn er ikki greitt, nær dystirnir verða spældir.
Øllum kunnugt hava úrslitini hjá okkara mansliði ikki lagað so soleiðis, sum vit vilja og sum vit hava verið von við seinastu árini. Tað hevur mest sum verið tap og sigur í øðrum hvørjum dysti. Tó so, vit vunnu TEAM Klaksvík og H71 á rað. Men higartil hava vit ikki tapt tveir dystir á rað. …
Tá VB vitjaði í Vestmanna fyri hálvum øðrum mánaða síðani, vunnu vestmannakvinnur ein rímiliga tættan dyst við tveimum málum, 28-26. Stundum var VB frammanfyri og stundum var VÍF á odda, og munurin var sjáldan meira enn eitt mál stóran part av dystinum. Men nakað úti í seinna hálvleiki byrjaðu vestmannakvinnurnar at fáa tak á vágskvinnum. …
Okkara røsku kvinnur vunnu stórsigur á Neistanum í Vestmanna mikukvøldið. Fyri tað hava tær stórt rós uppiborið. Sjáldsama tryggar á bóltinum eru tær, finna væl veikleikar í verjuni hjá mótstøðuliðnum og eisini vardu tær væl meginpartin av dystinum. Úrslitið gjørdist 31-22. Heilt so lætt verður tað neyvan móti VB í Vági sunnudagin. Øll Suðuroyggin stendur …