Áki Egilsnes verður í VÍF alt kappingarárið
Sterki høgri bakkurin hjá VÍF, Áki Egilsnes, fer ikki av landinum at spæla hetta kappingarárið. Sostatt spælir hann framhaldandi fyri VÍF. Áki Egilsnes hevur seinastu tíðina verið í samráðingum við ÍBV í Vestmannaoyggjunum um ein sáttmála, og fyri eini viku síðani fekk hann eitt tilboð, sum hann skuldi taka støðu til. Framman undan hevði Áki …
