Tíðindi

Ítróttarguðstænasta 28.septembur 2014 kl 1100

Tann 28.septembur 2014, kl 11.00, verður ítróttarguðstænasta í Vestmanna kirkju, har øll sum íðka ítrótt, øll tey sum hava íðka, avvarandi foreldur – og so øll hini – eru hjartaliga vælkomin. Marjun í Kálvalíð, sóknarprestur heldur prædiku. Vestmanna kirkja   VÍF heitir á allar sínar limir um at møta fjøllment til guðstænastuna.

Jólaborðhaldið verður 22.novembur

Ársins jólaborðhald verður tann 22. novembur í Ítróttarhøllini í Vestmanna. Meiri kunning um jólaborðhaldið og atgongumerkjasøluna kemur skjótt, so tit sum ætlað tykkum á føroya besta og stuttligasta jólaborðhald, ja har er at seta kross í kalendaran.   VÍF

Felags foreldrafundur hjá VÍF verður 17.08-2014

Nú hondbólturin og skúlanir byrja aftur, so skipar VÍF fyri felags foreldrafundi í Ítróttarhøllini sunnukvøldið tann 17.08.2014 kl 1900. Uppleggið fyri fundin verður, at nevnd felagsins greiðir frá hvørjar ætlanir felagið hevur framyvir fyri ungdómin. Felagi fer eisini at greiða eitt sindur frá, hví vit hava valt Michael Ericsson og Inga Olsen til ungdómsvenjarar. Michael …

Felags foreldrafundur hjá VÍF verður 17.08-2014 Read More »