Atgongumerkir til ársins jólaborðhald
Nú fáast atgongumerkir til ársins jólaborðhald eisini til keyps í Handilinum hjá Palla og Magn.
Nú fáast atgongumerkir til ársins jólaborðhald eisini til keyps í Handilinum hjá Palla og Magn.
Vit søgdu tað undan dystinum, at dysturin móti VB mátti vinnast. Vinnur tú ikki á VB í Vestmanna, vinnur tú neyvan í Vági, so einfalt er tað. Men vinnur tú rímiliga greiðan sigur í Vestmanna, er als ikki ómøguligt at vinna á VB, sjálvt í Vági. VÍF vann dystin móti VB sunnudagin 31-27. Hálvleiksstøðan var …
Leygardagin vunnu gentur 14 ein týðandi sigur á Stjørnuni í Klaksvík. Eftir at hava verið aftanfyri 6-1, reistu tær seg aftur og fóru til halvleiks við einum javnleiki. Í seinna hálvleiki gekk betur, verjan stóð stinn, málverjin stóð væl, góðar fríspælingar vóru og nakrar perlur av langskotum gjørdu, at VÍF-genturnar vunnu 13-17. Allar sluppu inn …
VÍF-leikarin Áki Egilsnes varð í dag valdur til besta leikara í IHF Trophy kappingini, sum hevur verið í Bulgari seinastu dagarnar. Áki varð somuleiðis valdur sum besti høgri bakkur í kappingini. VÍF ynskir Áka hjartaliga til lukku við heiðrinum. Áki Egilsnes við steypinum og tveimum heiðursplátum Rói Berg Hansen var kosin besti vinstri vongur og Pætur Thomsen besti …
Okkara fremsti granskari innan ítróttarvenjing, Magni Mohr, kemur mikukvøldið tann 28. oktobur, kl 1900 at greiða frá og ráðgeva okkara spælarum, foreldrum og venjarum, hvussu vit fáa sum mest burturúr venjinginum og hvussu kostvanar kunnu miðvíst málrættast til tær ymisku venjingarnar. Øll íðkandi hjá felagnum frá 14 ára aldri, foreldur at børnum í øllum aldursbólkum …
VÍF var í trimum finalum og vann tvær av finalunum leygarnáttina, tá Night Cup var í Vestmanna. Lið úr VÍF, KÍF, H71, Neistanum, Kyndli, ÍA, StÍF, EB, Sóljuni og Stjørnuni vóru við í kappingini, og tilsamans vóru áleið 460 børn úr 9 upp í 14 ár í høllini hesa náttina. Hvør dystur var ein hálvleikur, …