Sunset deildin 25. september: VÍF-Kyndil
VÍF kvinnurnar “vunnu” 20-20, tí tær vóru aftanfyri 16-20 fáar minuttir áðrenn dystarlok. VÍF kvinnurnar høvdu eina góða byrjan av dystinum. Tær vóru frammanfyri meginpartin av fyrra hálvleiki. Men beint áðrenn steðgin javnaði Kyndil. Støðan í hálvleikinum var 10-10. Kyndil byrjaði eisini betur í seinna hálvleiki, og tær løgdu seg á odda beinanvegin. Kyndil helt …






