Tíðindi

VÍF-H71 26-30

Veðurguðarnir hava seinastu dagarnar víst seg frá teirri bestu síðuni, alt meðan Obama og Mitt í sínum lag stríðast, partvís við ódnina Sandy, umframt stríðast um at fáa atgongd til Hvítu Húsini, og harvið atgongd til tað vald, sum hesin postur nú einafer gevur. Vit føroyingar stríðast – hvør í sínum lag – við tað …

VÍF-H71 26-30 Read More »

Endaligu venjingartíðinar hjá VÍF

Vit mugu umberða okkum fyri at venjingartíðinar ikki eru fastlagdar fyrr enn nú. Tað er nú einaferð soleiðis, at tað er ikki altíð nemt at fáa kabalina at ganga upp og tí hevur tað tikið sína tíð. Vit vóna at tit øll taka væl ímóti nýggju broytingunum, tí tær eru ikki stórar.

VÍF – KÍF: 26 – 30

Grindaboð í Vestmannasundi, City-Arsenal í Sjónvarpið, og endabresturin í fótbóltslandskappingini, ella ein power-napp á sofuni; jú av sonnum nokk at velja í – hvørt meira freistandi enn annað. Men alt hettar varð vælt frá til frama fyri at síggja nýklassikaran í føroyskum hondbólti – dystin ímillum teir stórfanatisku kollfiðringarnar og teir meira soygligu verður-tað-ikki-ídag-kulturellu vestmenningarnar. …

VÍF – KÍF: 26 – 30 Read More »

VÍF hevur stovnað Fjepparafelagð “Røsku Leyvurnar”

Røsku Leyvurnar VÍF hevur stovnað nýtt fjepparafelag. Sum nakað nýtt hevur VÍF stovnað eitt fjepparafelag. Høvuðsendamálið við fjepparafelagnum er, at økja um trivnaðin og um góða ítróttarandan, sum er og skal verða, rundanum ein og hvønn hondbóltsdyst. Somuleiðis vilja vit eisini stuðla og økja um fjepparaáhugan millum vestmenningar. Eyðsæð er, at áskoðarafjøldin innan hondbólt seinnu …

VÍF hevur stovnað Fjepparafelagð “Røsku Leyvurnar” Read More »