Tvey stig vóru nokk móti Team Klaksvík
Vit vistu, at dysturin mikukvøldið í Vestmanna móti Team Klaksvík fór at verða ein trupul dystur. Team Klaksvík jagstar framvegis sín fyrsta sigur og síni fyrstu stig, og hóast VÍF liggur nummar tvey á stigatalvuni, so vistu klaksvíkingar, at vestmenningar kunnu gerast sárbærir í einum so týðandi dysti. Hópurin hjá VÍF er ikki stórur og …
