Tíðindi

Uppercut – og reistu seg aftur

Eftir at bæði kvinnuliðið og mansliðið høvdu tapt sínar hóskvøldsdystir í næstseinastu viku á útivølli móti Neistanum, var umráðandi hjá báðum liðum at reisa seg aftur seinasta sunnudag. Barlastin hjá kvinnunum var helst nakað betri, tí tær høvdu stutt framman undan vunnið størsta sigurin í hesum kappingarárinum, 43-8, móti Søljuni. Hjá monnunum var støðan undan …

Uppercut – og reistu seg aftur Read More »

Taptu fyri KÍF – hósdagin stendur Neistin fyri tørni

Báðir dystirnir hetta vikuskiftið vórðu spældir leygardagin. Í Kollafirði vann KÍF 31-29 á VÍF og á Giljanesi vann VÍF 43-8 á Søljuni. Bæði mans- og kvinnuliðið hjá VÍF møta Neistanum hóskvøldið í Havn. Menninir fóru til Kollafjarðar fyri at vinna á KÍF. Og líka til nakrir fáir minuttir vóru eftir av dystinum var trupult at …

Taptu fyri KÍF – hósdagin stendur Neistin fyri tørni Read More »

VÍF-Kyndil kvinnur: Hondbremsa og brotskøst kostaðu sigurin

Tað var ikki av tilvild, at kvinnurnar hjá VÍF vunnu fyrsta dystin móti Kyndli í ár. Tá var munurin eitt mál og seinasta sunnudag áttu vestmannagenturnar eisini at vunnið. Eingin ivi er heldur um, at kyndilskvinnurnar vistu, at talan fór at gerast um tætta uppgerð. VÍF hevði Kyndil á knøunum megin partin av dystinum, og …

VÍF-Kyndil kvinnur: Hondbremsa og brotskøst kostaðu sigurin Read More »

VÍF-Kyndil: Menninir hava brúk fyri nógvum áskoðarum

Eins og kvinnurnar, so hava menninir brúk fyri góðum stuðli frá áskoðarunum sunnudagin, tá David Edvardsen og allir hinir úr Kyndli koma á vitjan í Vestmanna. Kyndil liggur væl aftan fyri VÍF á stigatalvuni, men kyndlaliðið hevur havt góðan byrð teir seinastu dystirnar. Viljin at vinna hevur verið øgiligur og verður tað helst ikki minni …

VÍF-Kyndil: Menninir hava brúk fyri nógvum áskoðarum Read More »