SKERT VÍF-LIÐ TRYGGAN SIGUR Á VB
Tá VB vitjaði í Vestmanna fyri hálvum øðrum mánaða síðani, vunnu vestmannakvinnur ein rímiliga tættan dyst við tveimum málum, 28-26. Stundum var VB frammanfyri og stundum var VÍF á odda, og munurin var sjáldan meira enn eitt mál stóran part av dystinum. Men nakað úti í seinna hálvleiki byrjaðu vestmannakvinnurnar at fáa tak á vágskvinnum. …






